Bronsa í borðtennis

Gotland 99: Men hann og tríggir aðrir vórðu tiknir aftur á seinasta horninum áðrenn málstrikuna. Bogi Kristiansen endaði á fimta plássi og bleiv fremsti føroyingur

Emil L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Gotlandi


Aftur í ár komu føroyingar upp á heiðursmerkjapláss í borðtennis. Á Jersey í 1997 var tað Kjartan Eli Hentze, sum vann silvur í einmansleiki, og hesa ferð vann hann bronsu í tvímansleiki saman við Hans Hammer.

Í fjórðingsfinaluni fyrrapartin hósdagin vunnu Hans og Kjartan Eli á einum pari av Gotlandi, og so var longu greitt, at teir høvdu fingið í øllum førum bronsu. Tað er nevniliga so, at tað í borðtenniskappingini ikki verður spælt um triðja plássi, og tí fingu bæði tey tapandi pørini í hálvfinaluni bronsu.

Seinnapartin hósdagin skuldu teir báðir so royna at spæla seg í finaluna. Teir komu upp ímóti Ahlgren og Svensson av Gotlandi, men taptu 0-2. Sostatt bronsa til teir báðar føroysku borðtennisspælararnar.

Í hinari hálvfinaluni vunnu Prean og Burns av Isle of Wight á einum pari av Gotlandi.

Carl Prean er yrkisborðtennisspælari og nógv tann sterkasti einstaki spælarin á oyggjaleikunum. Men hann trívist kanska ikki so væl í tvímansleiki, tí í øllum førum taptu hann og makkarin Burns í finaluni móti gotlendska parinum, sum slóg Hans og Kjartan Eli úr kappingini.

Men væl uppiborin bronsumerki til Hans Hammer og Kjartan Eli Hentze, og okkurt kundi bent á, at føroyingar eru við at gera seg veruliga galdandi í borðtennis í oyggjaleikahøpi.