Brøtt brekka hjá Paula og Skála

Pauli Poulsen er nýggjur við stýrisvølin á Skála, har stóri setningurin er at vinna seg upp um strikuna

Skálamaðurin Pauli Poulsen hevur seint seinnapartin í dag fyri fyrstu ferð ábyrgdina av Skála liðnum í fremstu deildini. Hann loysti tíðliga í vikuni, sum fór, Eliesar Olsen av sum venjari. Liðið hevur knívin á barkanum, nú AB í dag stendur fyri tørni, og venjarin ásannar, at støðan er álvarsom:

-Eitt er støðan á stigatalvuni, sum hon er júst nú. Tað mugu vit fyrihalda okkum til. Samstundis er tað týdningarmikið, at vit arbeiða miðvíst og upp á longri sikt. Vit vilja fegnir vera við til at mynda fótbóltin í framtíðini uttan mun til, hvussu tað fer at tørna út í ár, sigur Pauli Poulsen, sum vísir á, at ein av trupulleikunum er, at tað eru ov fáir spælarar:

-Tað sæst aftur í, at teir somu spæla mest sum hvørja ferð, og at talan er um fáar útskiftingar. Hetta kunnu vit ikki gera nakað við júst nú, men vit fara at hyggja upp á hetta.

 

AB venjarin Oddbjørn Joensen hevur gott mót:

-Spælið hjá okkum hekk betri saman fyri viku síðani ímóti KÍ, enn tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar. Hóast vit vóru aftanfyri, so stríddust vit væl. At teir so skoraðu eftir deyðbólt vísir ein av veikleikunum, sum vit skulu fáa burtur, og sum ikki eigur at verða endurtikin á Skála, sigur AB venjarin Oddbjørn Joensen. Hann fegnast um, at Sorin Anghel er tøkur aftur eftir leikbann.

Hjá AB er álopsspælarin Karstin Højgaard so mikið plágaður av skaða í fótliðnum, at hann ikki verður førur fyri at spæla aftur hesu megin summarsteðgin.