Silkeborg manglaði í gjár einans tvey stig fyri at tryggja sær uppflyting til bestu donsku deildina.
Men í dag er Silkeborg flutt upp. Orsøkin er tann at Vendsyssel í dystinum móti Silkeborg tann 26. mai, hevði brúkt ein ólógligan leikara. Silkeborg tapti tann dystin 1-0, men eru nú dømdir til at vinna dystin ístaðin. Tískil hevur Silkeborg fingið 3 stig afturat.
Stigini til Silkeborg bera við sær, at Vendsyssel nú er undir niðurflytingarstrikuni í næstbestu donsku deildini. Teir hava nú trý stig upp til AB, sum liggur beint omanfyri strikuna. Tey bæði liðini møtast innanhýsis sunnudagin.
Silkeborg hevur í løtuni tveir føroyskar leikarar í hópinum. Teir eru Christian Lamhauge Holst og Ari Mohr Jónsson. Men Christian Lamhauge Holst verður ikki partur av Silkeborg hópinum komandi kappingarár. Tað er enn ikki greitt, hvar Christian Lamhauge Holst fer at spæla aftaná summarsteðgin.