Um nakrar heilt fáar minuttir fer danska superstjørnan, Bro, á pallin. Vit hittu hann, meðan hann gjørdi seg kláran aftan fyri stóra pallin, og hann er í toppformi, sigur hann.
- Eg gleði meg! Tað verður so feitt! sigur Bro og lovar eitt ball. Hann hevur spælt í Luux einaferð fyrr, og tí hevur hann stórar vónir til føroysku áskoðararnar.
- Fólk kunnu vænta eitt ordans ball. Eg veit, at føroysku áskoðararnir eru festligir, og at tað er lív í teimum.
Danska stjørnan sigur, at hann kemur at spæla øll tey kendu løgini hjá honum sum "Hvor er du Bro" og "Sydpå" og "Døgnrytme".