Britta Nielsen skal fyri rættin í dag

Hvat veruliga hendi í sjáldsama málinum finna vit út av skjótt

Í morgun byrjar rættarmálið um 65-ára gomlu donsku Brittu Nielsen langt um leingi. Hon er ákærd fyri at hava snýtt seg til í minsta lagi 117 milliónir gjøgnum arbeiði stítt í donsku Socialstyrelsen gjøgnum eitt tíðarskeið á 25 ár. 

Um hon er sek ella ikki, finna vit útav í dag ella ein av komandi døgunum, nú málið fer fyri rættin í Keypmannahavn.

Smálutirnir í málinum um Brittu Nielsen hava ikki verið alment frammi enn, og tað er tí ringt at siga, hvat ítøkiligt er hent hesi nógvu árini, har Britta Nielsen skal hava svikað seg til hesar milliónirnar.

Men okkurt hava vit hoyrt, og nakrir av hesum upplýsingunum eru komnir donskum fjølmiðlunum í hendi frá suðurafrikansku myndugleikunum.

Tað var í oktober í fjør, at mistankin um Brittu Nielsen bleiv almannakunngjørdur, og síðan tá hevur málið fylt sera nógv í Danmark og grannalondum. Hon slapp sær til rýmingar og goymdi seg, meðan hon var altjóða eftirlýst.

Ákæruvaldið fer væntandi at krevja fongsulsrevsing upp til 12 ár, og har eru níggju dagar settir av til málið. 

Vit vita enn ikki, um hon fer at játta seg seg, um hon fer at krevja frídøming, ella hvat útfallið yvirhøvur kann roknast við at blíva. Men sambært sakførara hennara er hon klár til rættarmálið, sigur sakførarin við DR, og hon ætlar sær at fortelja sína síðu av søgu fyri dómarunum.