Tað var ein fíggjarlig trongstøða á heimafrontinum, sum fekk Brittu Nielsen til at svika við stuðulspengum hjá danska almannaverkinum.
Tað hevur hon greitt frá í Býarrættinum í Keypmannahavn í morgun, har hon fyri fyrstu ferð setir orð á, hvat tað var, sum fekk hann at fremja svikið fyri 117 milliónir krónur.
– Eg fall fyri freistingini í skipanini til at fremja eina flyting, sum skuldi hjálpa mær fíggjarliga, segði Britta Nielsen.
– Eg hevði fingið útreiðslur, sum eg ikki megnaði at gjalda.
Trupulleikarnir komu millum annað, eftir at hon og maðurin, sum síðani er deyður, keyptu eini hús í Hvidovre í 1986.
Britta Nielsen greiðir frá, at parið hevði øll trý børnini, tá hon fyrstu ferð flutti pengar til sín sjálvs frá almannaverkinum.
/ritzau/