Britta: Handtøka fyrsti prioritetur

Tá ræður um skjøl, og hvat er hent, er løgreglan komin langt, men enn er mistonkta ikki handtikin.

 

Danska bakmansløgreglan hevur tað sum fyrsta prioritet í svindilmálinum við 64 ára gomlu, Anna Britta Nielsen, at handtaka hana. Hald er langt á pengar hjá henni, bæði í Danmark og útlandinum, men talan er ikki um upphæddir, sum eru í námindi av teimum 111 miljónum krónunum, sum eru burtur.

 

Tað sigur varapolitiinspektørurin hjá Ríkisadvokatinum fyri serligan fíggjarligan og altjóða kriminalitet, Michael Lichtenstein, sum leiðir kanningararbeiðið. Hetta er deildin, sum eisini verður rópt bakmansløgreglan.

 

Michael Lichtenstein vísir á, at tað gongur framá við kanningararbeiðnum, sum koyrir í trimum sporum. Eitt er at skjalprógva tilfar, annað at tryggja virðir - og í triðja lagi at leita eftir tí mistonktu. Tá ræður um skjøl, og hvat er hent, er løgreglan komin langt.

 

Donsku løgregluni vantar framvegis at handtaka mistonktu, og tað er hetta, sum hevur fyrsta prioritet. Hetta er ein trupul uppgáva, tí hin 64 ára gamla er helst í útlandinum. Hon er eftirlýst gjøgnum Interpol, og danskur dómstólur hevur varðhaldsfongslað hana ”in absentia”, sum tað eitur.

 

- Vit hava eitt hugskot um, hvar Anna Britta Nielsen er. Tað eru sjálvandi nøkur lond, sum hava størri áhuga enn onnur. Tí samstarva vit eisini við eina røð av altjóða myndugleikum við tí endamáli at fáa hana handtiknað skjótast gjørligt, sigur Michael Lichtenstein í einum sms-boðum við danska Ekstrablaðið seinnapartin í dag.

 

- Vit eru tíbetur von við at samstarva við myndugleikar um allan heim, og vit hava eitt ótrúliga gott netverk. Men, sjálvandi er tað munur á at arbeiða við donskum og útendskum løgregluumhvørvi, sigur varapolitiinspektørurin.

 

Michael Lichtenstein leggur aftrat, at tað krevur eyka tolsemi at arbeiða uttan fyri landoddarnar, men við atliti til kanningararbeiðið vil hann ikki siga nakað ítøkiligt um, hvar bakmansløgreglan leitar eftir Anna Britta Nielsen.

 

Hin 64 ára gamla er undir illgruna fyri at hava broytt kontonummur á flytingum, soleiðis at pengarnir í staðin endaðu á hennara egnu konto – eitt nú í Danske Bank. Kvinnan er eisini undir illgruna fyri at hava uppfunnið fiktivar verkætlanir, har pengarnir eisini fóru inn á hennara egnu konto.