Britta: Fakta um svindlamálið

Advokaturin hjá Anna Britta Nielsen, Nima Nabipour, hevur sagt við Ritzau, at hann hevur samband við hina 64 ára gomlu, sum Interpol leitar eftir.

Yvir eitt áramál – árini 2002 til 2018 – eydnaðist tað eftir øllum at døma einum høvuðspersóni í danska almannaverkinum, Anna Britta Nielsen, at flyta í minsta lagi 111 miljónir krónur til sín sjálvs. Nú er 64 ára gamla kvinnan eftirlýst um allan heim. Málið gjørdist alment kent fyri lítlari viku síðan, og síðan eru ymiskir upplýsingar komnir undan kavi.

 

Anna Britta Nielsen hevur verið í starvi í danska almannaverkinum síðan 1977, og fram til 26. september í ár virkaði hon sum deildarleiðari. Hon hevur fingið tænastumedalju frá drotningini úr silvuri fyri trúgva tænastu í sínum starvi.

 

Hon varð meldað til løgregluna hin 25. september í ár – undir illgruna fyri grovan fíggjarundandrátt. Ein innanhýsiskanning vísir fyribils á, at Britta Nielsen hevur svikað fyri í minsta lagi 111 miljónir krónur, sum hon hevur flutt frá Almannaverkinum til sína egnu konto.

 

Svikið skal vera framt árini 2002 til 2018, og stjolni peningurin skal vera deildur yvir tilsamans 274 flytingar. Í almannaverkinum hevur Anna Britta Nielsen eitt nú havt ábyrgd av tí, sum rópt verður ”satspuljen”, sum er peningur, ið er oyramerktur til serliga útsettar bólkar í samfelagnum.

 

Eftir øllum at døma gongur hon nú leys í útlandinum, og tí er hon nú eftirlýst á altjóða stigi.

 

Advokaturin hjá Anna Britta Nielsen, Nima Nabipour, hevur sagt við Ritzau, at hann hevur samband við hina 64 ára gomlu, men hann vil einki siga um, hvussu hon fyriheldur seg til málið. Tó hevur advokaturin sambært einari útskrivt úr dómbókini, sum Ekstrablaðið hevur fingið innlit í, sagt, at Anna Britta Nielsen er sinnað at rinda pengarnar aftur, um hon verður kravd eftir teimum.