Britney vendur aftur

Britney Spears leggur eftir øllum a døma ætlanir um eitt stórt comeback. Plágaða sangarinnan er byrjað at venja aftur og vil vísa, at dugur enn er í henni.

 

Sambært Hollywood.com leggur Britney ætlanir um eina heimsumatandi konsertferð, ið fer at kosta umleið eina hálva milliard.

 

Plátufyritøkan hjá henni, BMG, stuðlar henni hesu ferð ? ikki tí, at fyritøkan heldur, at tað fer at bera til at skapa somu mynd av henni sum áður, men Britney fer at gera eina roynd at vera ein hampulig ung dama.

- Alt gongur fram á hjá Britney. Hon fokuserar aftur á yrkisleiðina. Tað verða ikki fleiri mistøk á pallinum. Britney er broytt, og heimurin verður ovfarin av henni, hevur ein kelda sagt við News of the World.