Tá ið Britney Spears hósdagin skuldi avleveraða synir sínar aftur til fyrrverandi mannin Kevin Federline, noktaði hon fyri at gera tað. Persónurin, sum rætturin hevur sett at ansa eftir Britney, ringdi eftir myndugleikunum, tá Britney breyt saman. Hon skríggjaði, tá ið løgreglan kom á staðið og hótti við at gera sjálvmorð. Eftir fleiri tímar fekk løgreglan skil á støðuna og Britney varð innløgd á eina psykiatriska deild, har hon var til leygardagin. Enn er ikki greitt, hvussu framtíðin hjá Britney og synunum fer at síggja út. Teir báðir dreingirnir eru nú hjá pápa teirra.