Britney Spears er við at koma fyri seg aftur eftir at hava stríðst við persónligum trupulleikum í longri tíð. Nýggja stakfløga hennara ?Womanizer? er hesu vikuni farin beint frá 96. til 1. plássið á amerikansku hittlistunum.
Tað er fyrstu ferð í amerikanskari søgu, at eitt lag er farið so langt upp á væl umtókta Billboard-listanum innan eina viku.
Tað sær út til, at Britney við hesum aftur er við at koma fyri seg. Hon fer í næstum at geva út eina nýggja fløgu og slaturin gongur í løtuni eisini um, at hon arbeiðir uppá at fara á konsertferð kring heimin.