Britney Spears hevur fingið stóra heiðurin at lata Video Music Awards á MTV upp sunnudagin.
- MTV hevur spælt ein sera stóran leiklut í mínari karrieru. Hvussu kann eg ikki vera har, tá ið tey hátíðarhalda 25. útgávuna av VMA? Eg eri so spent um at sleppa at lata tað heila upp, at heilsa upp á fjeppararnar hjá mær og sjálvandi eisini uppá at vera nominerað.
Enn er ikki greitt, hvussu Britney ætlar sær at lata VMA upp, men ein kelda sigur frá, at tað ikki verður ein tónleikarlig byrjan.
MTV Networks Music President Van Toffler sigur um hetta:
- Britney hevur gjørt alt frá at upptraðka við einari slangu, fríggja við Madonnu og prógvað, at tað sum hendir í Vegas ikki altíð verður verandi í Vegas.
Britney er í ár nominerað til prísirnar ?besta kvinnuliga videolag?, ?besta poppvideolag? og ?besta videolag? fyri sangin ?Piece of Me?. Tilsamans hevur Britney verið nominerað heili 16 ferðir til ein VMA, men higartil hevur hon ongantíð vunnið.










