Sama dag sum poppdrotningin Britney Spears fyllir 27 ár, sendir hon sættu fløgu sína ?Circus? út. Harvið hevur hon sambært Billboard gjørt klárt til at fara á fyrstu konsertferð sína í fimm ár.
Síðstu ferð, Britney gav konsertir, var í 2004, tá ið hon hevði givið út ?In the Zone? og síðan tá hevur hon hildið konsertsteðg. Men hon hevur tó givið út fløguna ?Blackout? í hesum tíðarskeiðinum. Í vár fer hon á konsertferð og væntandi fer hon at vitjað pallir kring allan heimin. Ferðin verður framleidd av AEG Live, sum m.a. hava arrangera ferðir fyri Bon Jovi og Justin Timberlake.
Fløgan ?Circus? kemur út 2. desember, men enn er ikki greitt, nær Britney ætlar sær á konsertferð.