Britney er ov frek til sjónvarpið

Britney er fit for fight aftur. Hon arbeiðir í løtuni við at skipa fyri konsertferð við nýggju fløgu síni og hon hevur tapt seg sera nógv í seinastuni fyri at fáa flotta skapilsi sítt aftur.

 

Men tað sær út til, at songstjørnan noyðist at bíða við at vísa formar sínar fram. Hon var sett at upptraðka í ?Good Morning America ? 2. desember, tá ið nýggja fløga hennara ?Circus? kemur út. Henda live-upptraðkanin skuldi verða nakað heilt serligt og Britney hevði tí avgjørt at royna eitt frekt S&M-tema.

 

Hetta hildu framleiðararnar tó ikki vera hóskandi til eina familjusending og teir hava tískil kravt, at Britney ikki vísir ov nógva húð fram í sendingini.

 

Um slaturin úr Hollywoodheiminum passar, fer Britney harafturímóti at vísa sera nógva bera húð fram og nógv frek moves til konsertferð sína.