Britney aftur støk

Sambært www.kendte.dk er Britney Spears næstan aftur støk.

Nógvir fjepparar eru óivað fegnir um hetta, men sjálv er Britney ikki glað fyri skilnaðin, tí so er hon jú skjótt einsamøll við tveimum børnum. Maðurin, Kevin Federline, er nevniliga fluttur niður í kjallaran í húsum teirra í California at búgva, og í miðlunum hava vit ikki sæð parið saman í ein heilan mánað, sum verður mett at verða rættiliga sjáldsamt.

Sambært heimasíðuni er parlagið farið í spønir, men Britney roynir enn at fáa parlagið at rigga.