British Gas framvegis í Føroyum

Bretska oljufelagið BG hevur ikki tikið seg úr Føroyaøkinum. Hetta fáa vit upplýst frá Oljumálastýrinum, eftir at skotska blaðið Press and Journal í farnu viku skrivaði, at felagið skal hava tikið seg heilt burtur úr Føroyaøkinum.


Oljuleiting

British Gas er framvegis partur av The Faroes Partnership samtakinum, sum hevur leitiloyvi á landgrunninum. Felagið er tó ikki við í tí seinasta partinum av boringini í fjør, har Amerada Hess fann olju og gass. Tá varð upplýst frá felagnum, at tað hevði avgjørt ikki at vera við til at fíggja eina víðkaða boring. Eftir at olja var funnin har úttalaði umboð fyri BG seg til Sosialin og segði, at teir umhugsaðu at keypa seg innaftur í tann partin av boringini.

Ben Arabo, stjóri hjá Amerada Hess sigur, at BG framvegis er í bólkinum og hevur bundið seg til at vera við í enn eini boring. Tað stendur so felagnum frítt í at koma uppí fundið, sum varð gjørt, men felagið hevur eftir øllum at døma ikki tikið støðu til hetta. Tað fer at kosta BG stórar upphæddir at koma uppí aftur tann partin av boringini, sum nú verður hildin at goyma stórar nøgdir av olju og gassi.

Í greinini í Press and Journal 30. januar stendur, at BG í fjør tók seg úr Føroyaøkinum og samtakinum, sum Amerada Hess stendur á odda fyri. Blaðið skrivar eisini, at BG er farið at vísa Grønlandi størri ans. Eftir at Phillips og Statoil hava tikið seg úr leitingini í Grønlandi umhugsar BG at vera við í eini komandi loyvisumfari.

Grønland fer at lata upp fyri leiting í apríl, 10 ár eftir at ein loyvisrunda miseydnaðist, tí eingi feløg vístu áhuga. Seinni fingu Statoil og Phillips tvey loyvi men hava so latið tey aftur eftir vánalig leitingarúrslit. Grønlendskir oljumyndugleikar gera eitt stórt arbeiði fyri at marknaðarføra komandi útbjóðing og verður serstakliga satsað uppá at fáa stór og peningasterk oljufeløg ella samtøk at seta seg niður í Grønlandi og harvið verða við til at menna eina oljuvinnu uppá longri sikt.