British Gas avloysa Hydro og Lasmo

-Oljubólkurin ?The Faroes Part-nership?, sum føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni er partur verður nú broyttur, soleiðis at British Gas avloysir Norsk Hydro og Lasmo. Hetta fer ikki at gera støðuna hjá føroysku partaeigarunum verri, kanska heldur hinvegin

Jan Müller


Nú tað nærkast 17. mai, seinasti dagur fyri at lata inn umsókn at bora í føroysku undirgrundini, hendar stórar broytingar í teimum ymsu oljubólkunum, sum ætla at vera við í útbjóðingini. Fríggjadagin varð ein av hesum broytingum almannakunngjørd. The Faroes Partnership, har føroyska oljufelagið ?Atlants Kolvetni? er við, verður fyri eini rættiliga stórari broyting. Tvey av feløgunum, Norsk Hydro og Lasmo fara úr bólkinum, og eitt nýtt, British Gas, kemur uppí bólkin.

Kjartan Hoydal, nevndarformaður í Atlants Kolvetni sigur, at teirra partaeigarar skulu kenna seg heilt tryggar við broytingina í bólkinum, nú British Gas avloysir Lasmo og Norsk Hydro. Arbeiðið verður ikki nervað av hesum og bólkurin fer ikki at vera verri fyri, kanska heldur hinvegin.

Tað var annars Jan Evensen, leitingarstjóri hjá Amerada Hess, sum kunngjørdi broytingina í bólkinum, sum annars leingi hevur verið ávegis. Hann vísti á, at British Gas (BG) er eitt sera gott felag, sum kann tilføra bólkin nógv, ikki minst á tí tøkniliga økinum og reint búskaparliga. Hóast felagið upprunaliga er eitt gassfelag, so er tað í dag at meta sum eitt vanligt oljufelag. Felagið hevur mesta av virksemi sínum í Bretlandi, men arbeiðir eisini kring heimin. Tað hevði í fjør ein umsetning uppá 4,5 mia. pund. Tað hevur umleið 20.000 fólk í arbeiði.

Tað hevur leingi verið eitt ivamál, um Norsk Hydro fekk loyvi til at vera við í 1. útbjóðing við Føroyar, nú tað tekur seg úr Partnershipbólkinum. Jan Evensen sigur, at bólkurin m.a. eftir at hava havt samrøður við føroyskar myndugleikar hevur gjørt av at sleppa Norsk Hydro úr teimum bindingum, sum felagið hevur í 1. útbjóðing, nú tað hevur verið partur av bólkinum. Tvs. at felagið nú kann vera partur av ein øðrum bólki og harvið kappast móti sínum fyrrv. starvsfeløgum. Í løtuni verður seinasta hond løgd á eina avtalu, sum skal fríttstilla Norsk Hydro, men hvussu nógv henda avtala fer at kosta norska felagnum vil Jan Evensen ikki upplýsa. Feløgini, sum Norsk Hydro fer at arbeiða saman við - skilst - eru helst Anadarco, Total-Fina-Elf og so Saga, sum Norsk Hydro hevur yvirtikið.

Býtið í Partnership bólkinum eftir broytingarnar er nú hetta: Amerada Hess (operatørur) 43% (35), British Gas 40% (0) og Dong 17% (10). Tølini í klombrum eru upprunaligu prosentini. Aftrat hesum kemur so Atlants Kolvetni. Jan Evensen metir ikki bólkin vera verri fyri, nú tvey feløg fara úr og eitt kemur uppí. Kanska heldur tvørturímóti er bólkurin í ávísan mun sterkari og serstakliga á gasssíðuni er hann sera væl fyri. Men øll feløgini leggja seg fyrst og fremst eftir at leita eftir og framleiða olju. Men verður gass funnið í stórum nøgdum er bólkurin væl fyrireikaður. Eisini Dong er upprunaliga eitt gassfelag. Jan Evensen heldur eisini, at broytingarnar í bólkinum kunnu vera ein fyrimunur fyri føroyska oljufelagið.

British Gas er ikki ókent um okkara leiðir. Tað hevur staðið á síðulinjuni og fylgt útviklinginum í eina tíð. Tað var við í Lopransboringini. Ein orsøk til at tað hevur valt at fara í henda bólkin er tann, at tað hevur gott samstarv við bæði Amerada Hess og Dong á øðrum økjum. Ein av stjórunum í BG, Peter Haynes sigur, at teir kunnu tilføra bólkinum nógv, ikki minst geologiska og geofysiska vitan og royndir. Annars hava teir góð hagtøl at vísa á, tá talan er um at bora eftir og finna olju. Hann heldur Føroyar vera eitt spennandi framtíð-ar oljuøki og hevur góðar vónir í so máta. Eisini Dong er nøgt við broytingina í bólkinum. Teir meta seg at hava fingið ein minst líka góðan bólk ella kanska uppaftur sterkari, nú BG er komið við. Partaeigararnir í Atlants Kolvetni vórðu kunnaðir um broytingarnar í bólkinum á aðalfundi felagsins fríggjadagin.