Tað var um reppið, at Bristol City úr triðbestu ensku røðini skapti tí heilt stóru sensatióna, tá teir í gjárkvøldið spældu móti Middlesbrough í ensku steypakappingini. Bristol var á odda í dystinum, men 20 minuttir undan leikloki javnaði Mark Viduka fyri Middlesbrough. Tí endaði dysturin við brotsspørkum, og tá drógu favorittarnir longra stráðið.