Brintbilar frá Nissan

Nissan testa brennikyknu- ella brintbilar, sum eru bygdir yvir Nissan X-Trail. Brintbilar frá Nissan koma á marknaðin seinast í 2015.

Japanska Nissan bilverksmiðjan hevur í longri tíð testað brennikyknu- ella brintbilar, sum eru bygdir yvir Nissan X-Trail.

Talan er um X-Trail FCV, sum stendur fyri Fuel Cell Vehicle.

Bilarnir verða testaðir bæði í Japan og í Evropa.

Upplýst verður, at tað er eydnast Nissan at minka um framleiðslukostnaðin við umleið 40 prosentum og brúkið at dýrum platini við 35 prosentum.

Teir Nissan X-Trail FCV, sum verða testaðir í løtuni, hava 177 hk motor.

Nissan upplýsa, at teirra bilar við brennikyknutøkni koma á marknaðin seinast í 2015.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum