Brimil til Havnar leygardagin

?Ætlanin er at fara úr Noregi í morgin og at leggja at í Havnini leygarmorgunin

 

Brimil


Nú kemur nýggja vaktar- og bjargingarskipið, Brimil, loksins til Føroya.

Av Vaktar og Bjargingartænastuni verður upplýst, at ætlanin er at fara úr Norgegi seinnapartin í morgin og at koma á Havnina leygarmorgunin.

Upprunaliga var ætlanin at fara úr Noegi í kvøld og koma á Havnina seinnapartin í morgini, men tað tók longri tíð at gera hann heilt siglingarkláran, enn roknað varð við og boðini hjá Vatkar og bjargingartænastuni í miðdegi í gjár vóru, at farið verður úr Noregi í morgin.

Síðani Løgtingið i farnu viku avgjørdi lønartrætuni hjá skipara og stýrimanni á Brimli við lóg, eru yvirmenninir farnir yvir, og hesa vikuna hava teir gjørt klárt at loysa. Annars hava nakrir av manningini verið í Noregi alla tíðina og hildið skipið viðlíka.

Tað var alla tíðina greitt, at tað fór at taka nakrar dagar at gera skipið siglingarklárt, tí nú tað hevur ligið í meiri enn fýra mánaðir, skal útgerðin og allar skipanir umborð gjøgnumgangast av nýggjum, fyri at fáa vissu fyri, at alt riggar, sum tað skal, áðrenn loyst verður.

Johan Simonsen á Vaktar- og Bjargingartænastuni, segði í gjáramorgunin, at alt vísti seg seg rigga sum tað skuldi og at miðað verður eftir at verða í Føroyum leygardagin.


Móttøka umborð

Eftir ætlan skal Brimil koma til Havnar klokkan 10 leygarmorgunin.

Vaktar og Bjargingartænastan sigur, at tá er tað ætlanin, at tað skal bera til hjá almenninginum at koma umborð at síggja skipið.

Havnar Hornorkestur fer at spæla, tá ið Brimil leggur at, og onkrar røður verða hildnar, eitt nú fer fiskismálaráðharrin at halda røðu.

Men annars er ikki ætlanin at gera so nógv burturúr at Brimil kemur, nú hann er so nógv seinkaður. Brimil var liðugur seinast í oktober og tá var var ætlanin, at hann skuldi sigla bygd av bygd, so at fólk skuldu fáa høvið at síggja nýggja flaggskipið hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Men tað verður nú av ongum, í hvussu so er fyri fyrst.

Nú, hann er so nógv seinkaður, er ætlanin at fáa hann í tænastu sum skjótast.

Johan Smimonsen sigur, at nú Brimil er komin, skal Tjaldrið á beding at gera ymsar umvælingar og til eftirsýn.

Hetta skuldi verið gjørt, men er útsett inntil Brimil kom.

Tá ið Brimil kemur, er hetta fyrstu ferð síðani Ólavur Halgi varð seldur í 1997, at arbeiðið hjá Vaktar- og bjargingartænastuni liggur í eini fastari legu. Síðani Ólavur Halgi varð seldur, hevur talan bara verið um lappaloysninr, sum ikki hava verið nøktandi. Fyrst varð Nim leigað, men hon varð vrakað, tí tað larmaði ov illa umborð. Síðani varð Gorm leigaður, men hansara virkisøki var avmarkað, tí hann var so lítil. Tí var tað kærkomið, at Brimil varð bygdur.