Brimil sleipaði Jens Leon á Runavík

Tíðliga leygarmorgunin setti vaktarskipið Brimil fast á trolbátin Jens Leon, sum hevði fingið maskinskaða. Skipini komu í øllum góðum á Runavík tíðliga seinnapartin í gjár

Tað var klokkan 05.30 leygarmorgunin, at Brimil var hjá trolbátinum, Jens Leon (FD 830), tí hesin hevði fingið maskinskaða, meðan teir vóru til fiskiskap norðanfyri.

Brimil var á Runavík við trolbátinum leygardagin klokkan 13.30.

Jens Leon er heimahoyrandi í Saltangará, og kallaðist áður Sæborg. Trolbáturin er smíðaður í Íslandi í ár 2003.