Um áttatíðina týsmorginin kom nýggja vaktarskipið Brimil á Havnina við trolbátinum Randi av Toftum. Randi hevði fingið um skrúvuna, tá báturin trolaði eystanfyri og fekk ikki siglt. Brimil sleipaði Randi inn í Nólsoyarfjørð og tók síðan bátin upp á síðuna, og førdi hann trygt inn á vestara havnalagið.
Brimil er ikki rættuliga farin til verka enn. Vakthavnadi á Vaktar og Bjargingartænastuni sigur, at enn eru ymiskt sum skal roynast umborð og stillast. Men arbeitt verður við at fáa skipið í drift so skjótt sum tilber.
Tjaldrið á norðhavinum
Tað merkist longu hjá Vaktar og Bjargingartænastuni, at nýtt vaktarskip er komið til landið. Nú kann Tjaldrið liggja burturav á Norðhavinum og ansa eftir teimum mongu snellubátunum, sum í várróðri á Norðhavinum.
Og boð er eisini eftir Tjaldrinum. Í gjár sleiðapi Tjaldrið ein bát, sum eitur Volgarin á Leirvík. Hann hevði fingið maskinskaða











