Brimil hjálpti Mascot aftur til fiskiskap

Fekk maskintrupulleikar vestan fyri Føroya Banka

Leygarkvøldið fekk MRCC-støðin boð um, at línuskipið Mascot hevði fingið maskintrupulleikar vestan fyri Føroya banka.


- Tað var um átta tíðina, at vit fingu boðini. Tá vóru teir nærhendis Bill Baily bankanum, ið er vestan fyri Føroya banka, sigur vakthavandi á MRCC-støðin.


Boð vórðu send eftir Brimli at fara til hjálpar. Vanliga verða skip sleipað, tá tey steðga upp, men hesaferð eydnaðist tað manningunum á Brimli og Mascot at loysa trupulleikan á staðnum, og kundi línuskipið sostatt fara aftur til fiskiskap beinanvegin.