Eftir at hava leitað í fýra dagar, fann Brimil sunnudagin eitt áttamannfar á 30 til 40 metra dýpi við Eystfalssker í Nólsoyarfirði. Og sunnudagin staðfesti Sjóbjargingartænastan, at talan er um eitt áttamannafar líkt Hellu, sum ikki er sædd síðani seinasta mikudag.
Útvarp Føroya segði í tíðindum mánamorgunin, at kavarar fóru niður til bátin, og ætlanin var at seta trossar á bátin og royna at fáa hann upp í heilum líki. Báturin, sum Brimil fann, liggur sum sagt á 30 til 40 metra dýpi ein lítlan hálvfjórðing eystur úr Eystfalsskeri í Nólsoyarfirði.
Orsøkin til, at farið var at leitað júst har, sum áttamannafarið nú er funnið, er, at fólk seinastu dagarnar hava varnast olju, sum bræðaði á sjónum út fyri Eystfalssker.
Bjargingararbeiðið var ikki liðugt, tá blaðið fór til prentingar, so tað fekst ikki váttað áðrenn, um tað var Hella ella ikki. Men sum sagt, so er tað nógv, sum bendir á tað.
Tað er Vaktar- og Bjargingartænasta, sum samskipar bjargingararbeiðið.










