Klokkan umleið 18.20 í gjárkvøldið boðaði MRCC frá, at ein bátur var farin á land í Høvdasundi.
Einsamalli maðurin, ið var við bátinum, hevði bjargað sær uppá helluna.
Tað skrivar Vørn á heimasíðuni. Klokkan 18.40 var arbeiðsbáturin hjá Brimli hjá manninum, tað eydnaðist at fáa mannin av helluni, sigur Vørn.
Maðurin bleiv fingin umborð á Brimil, hann var væl fyri, tó, at hann sjálvandi var kaldur. Báturin var ikki sokkin, men gliðin av aftur landi og rikin eystur um Høvdan.
- Tað eydnaðist at fáa fatur á bátinum og fáa hann lens. Báturin bleiv síðani sleipaður til Skopunar har hann bleiv tikin uppá land. Hetta var ein hending í spældi væl av, men kundi gingið heilt galið um illa vildi til, skrivar Vørn á heimasíðuni.
Løgreglan sigur, at tey nú fara at kanna, hví báturin sigldi á land.










