Vaktarskipið Brimil og løgreglan bjargaðu í nátt einum manni, ið var dottin á sjógv. Tað var um hálvgum tvey tíðina í nátt, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein maður var í neyð.
- Yvirmaðurin á Brimli ringdi til okkara og boðaði frá, at teir høvdu hoyrt onkran rópa eftir hjálp. Tá lá skipið við bryggju við ískeiina á Vestaravág, og tá teir hugdu sóu teir mann liggja á sjónum nærhendis egningarskúrarnar, greiðir vakthavandi frá.
Tað eydnaðist manningini á Brimli og løgregluni at fáa mannin upp aftur á turt, og bleiv hann alt fyri eitt koyrdur á Landssjúkrahúsið.
- Tá vit fingu hann út á Landssjúkrahúsið hevði hann ein kropshita á 33 stig. So hann var heppin, at manningin umborð á Brimli hoyrdi hann, tí tað var í evstu løtu, at hann bleiv bjargaður, sigur vakthavandi.