Brimheim skal enn einaferð spæla á Roskilde

Fyri aðru ferð verður føroyska sangarinnan á plakatini til Roskilde Festivalin

Í dag hevur Roskilde Festivalurin kunngjørt 38 nýggj nøvn, sum skulu spæla á festivalinum í summar.

 

Teirra millum er føroyska Brimheim (Helena Heinesen Rebensdorff). 

 

– ROSKILDE!!! skrivar hon á Facebook.

 

Hon spældi eisini á Roskilde Festivalinum í fjør. Tá spældi hon á Rising-pallinum, sum er ein pallur fyri tónleikaspírar. Hvørjum palli hon skal spæla á í ár, er ikki kunngjørt.

 

Umframt Brimheim verða onnur nøvn at hoyra sum eitt nú Lil Nas X, Blur og Queens of the Stone Age.