Brimgangur í Gundadali

Brima Koroma vermdi øll B36-hjørtuni í vindinum, regninum og kuldanum í gjár. Hann stóð fyri trimum av teimum fimm málunum hjá árstalsfelagnum, sum vann sannførandi á NSÍ í Gundadali

FÓTBÓLTUR

 

Sum svenskur afrikani í brimbardu Føroyum hevur Brima Koroma verið undir stórum trýsti. Fyrst og fremst bara sum útlendingur, sum fjeppararnir altíð – og skulu – krevja sær nógv av. Og eftir eina dreymabyrjan við einum máli og tveimum uppleggum á heimavølli móti AB, varð nógv væntað av framherjanum. Men hansara heildaravrik í hesum kappingarárinum hava ikki verið nøktandi.

Men í gjár slóð hann til. Hann var á rættað staðnum í røttu løtuni. Við trimum málum var hann sum flestu viðleikararnir stórspælandi, tá runavíkingar vóru bukaðir av í høvuðsstaðnum. Og í nógva vindinum og regninum vunnu Koroma og B36 seg eitt fet nærri Vodafonefótbólti í 2010.

 

Frálík evni

Brima Koroma hevur fortreytirnar fyri at standa seg væl í føroyskum fótbólti. Hann er skjótur, kropssterkur, ágangandi og frálíkan bóltførleika. Men hann hevur havt tað trupult.

Við gongdini hjá B36 í hesum kappingarárinum í huga, hevur hann ongantíð tikið ábyrgd. Hann hevur sjáldan átt avgerandi týdning í teimum tøttu fótbóltsdystunum, og sum málskjútti hevur hann ikki roynst væl. Tað er serliga framman fyri málinum, at hann hevur havt trupulleikar. Framherjin velur oftast at smekka til úr øllum støðum, har hann ikki hugsar um, hvar á málið bólturin skal.

Men Ahmed Davy Sylla, Alex José dos Santos og Ahmed Keita eru hinvegin dømi um útlendingar, sum skuldu nýta eitt ár at venja seg við føroyska veðurlagið og undirlagið. Og tí er ikki óhugsandi, at Brima Koroma – um hann heldur fram – av álvara fer at gera um seg í 2010.

 

Legði bragdliga fyri

Máltalvan í Gundadali vísti bara fýra minuttir í gjár, tá Brima Koroma skeyt sítt fimta mál fyri B36 í hesum kappingarárinum. Og ávaringin var eftir nógvum av døma ikki nóg mikið.

Tí sum einsamallur framherji var Koroma tvær ferðir á blettinum afturat í fyrra hálvleiki. Og tað vísti væl hansara eginleikar. Í tveimum førum fann hann sær pláss handan verjuleikararnar og var tryggur, tá hann royndi seg. Og í seinna málinum rann hann nær um undan fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann økti til 3-0.

Og hóast veðrið í løtum av álvara gjørdi seg inn á áskoðararnar, vermdi hann í øllum førum øll B36-hjørtu.

 

Landsliðsleikari

25 ára gamli Brima Koroma er ættaður úr Sierre Leone. Sum yngri varð hann skýrdur eina bjarta fótbóltsframtíð. Hann flutti skjótt til Svøríkis, har hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2001. Tá umboðaði hann Essinge IK. Seinni spældi hann við Enkopings SK og Kalmar FF, millum annað í bestu svensku deildini.

Hansara støðugt frálíku avrik góvu honum eisini pláss í landsliðshópinum hjá Sierre Leone. Hann hevur umboðað heimlandið tólv ferðir og skotið trý mál. Hansara seinasti landsdystur var í 2006.