Brillur hjá Elton John stolnar

Einar eyðkendar brillur hjá Elton John er stolnar av savni í Memphis

Vit hoyra stundum um stór rán, har ránsmenn fara við milliónum. Vit hoyra stundum um stuldur úr handlum ella frá privatfólki. Men tað seinasta er, at einar brillur hjá enska tónleikarunum Elton John eru stolnar.

Einar eyðkendar hjartaskapaðar brillur eru tiknar av einum tónleikasavni í amerikanska býnum Memphis, har tær vórðu sýndar fram saman við øðrum lutum hjá kendum tónleikarum.


Løgreglan í Memphis hevur fingið fráboðan um stuldurin, men enn hava tey ikki loyst málið.

Sagt verður, at virðið á brillunum hjá Elton John er um 14.000 krónur.