Brigitte Bardot, fyrrverandi fronsk filmsstjørna, og Sea Shepherd hava sent felagsskriv til drotning Margrethu, at tey krevja, at føroyingar gevast við grindadrápi. Brigitte Bardot sigur, at Danmark skal taka ábyrgd og syrgja fyri, at føroyingar gevast við massadrápinum, sum hon tekur til.
- Tað er skomm fyri Danmark og Føroyar, stendur skrivað í felagsskrivinum, sambært BT.
Kate Sanderson sigur, vegna Uttanríkisráðið, at áheitanin kemur ikki óvart á.
- Tað er ein veiða. Tað sær ógvusligt út, og tað kann tykjast ómenniskjaligt. Men fólkini, sum mótmæla at dýrini verða dripin við knívi, hava ongantíð luttikið í einum slakti, sigur Kate Sanderson við BT.
Brigitte Bardot er 75 ára gomul. Hon gjørdi serliga um seg sum sjónleikari í seksti- og sjeytiárunum.