Bridgeunglingar til NM

Unglingalandsliðið í bridge skal á páskum vera við í norðurlandameistarakapping fyri bridgespælarar undir 20 ár Nú ber aftur til at manna eitt unglingalandslið í bridge. Bridge hevur ikki verið spælið, sum hevur drigið flest ung til sín seinastu árini. Fýra dreingir úr Fuglafirði hava seinastu árini valt at brúka ein part av síni frítíð upp á hesa hugaítrótt.

Teir skulu nú verða við í NM-kapping, sum verður uttan fyri Vejle í Danmark.

Dreingirnir eru blivnir ein partur av sponsor pakkanum hjá P/F Leif Mohr, sum eisini stuðlar Pál Joensen.

- Í hinum Norðurlondunum eru sera sterkir unglingaspælar, so vit vænta ikki at vinna eina norðurlendska kapping beinanvegin, men royndir og avbjóðingar telja við, um vit skulu lyfta bridge í Føroyum, sigur Jens Pauli Nolsøe, venjari hjá unglingalandsliðnum.

Teir fýra spælararnir á unglingalandsliðnum eru: Jamin Guttesen, Bergtór Torsteinsson Thomsen, Sigmund Vang og Kristjan Jacobsen Berg.