– Vit hava fingið stuðul frá Tórshavnar kommunu, sum hevur keypt tað gamla húsið og leigað okkum stykki at byggja á, skrivar Bridgefeløgini í Havn.
Articon hevur staðið fyri arbeiðinum, sum byrjaði januar 2022, við at planera stykkið. Síðani fóru teir at seta upp formar, og nú 15. september stendur tað liðugt.
– Vit hava opið hús sunnudagin 25. september klokkan 14-15, har fólk kunnu koma á gátt og hyggja at húsinum.
– Hava tit hug at spæla bridge, so er møguleiki til tað frá kl 15-18 har vit hava eina kapping, so tað er bert at koma, skriva Bridgefeløgini.