Spenningurin í Onglandi er stórur, nú Ongland tann 3. mars skal venjingardyst móti Egyptalandi. John Terry, sum nú er avsettur sum liðskipari, skal her hittast við Wayne Bridge, og er hetta fyrsta ferðin, at teir báðir hittast, síðani tað kom fram, at Terry hevði gjørt unnustuna hjá Bridge við barn. Terry hevur fleiri ferðir roynt at sett seg í samband við Bridge, men hesin hevur ikki tikið telefonina, tá fyrrverandi liðfelagin í Chelsea hevur ringt.










