Bridge: Liðið hjá Allani Dal-Christiansen vann FM

Tað var spenningur til tað seinasta í FM í bridge

Seinasta umfar í FM fyri lið gjørdist sera spennandi. Áðrenn seinastu dystirnar var liðið hjá Símun bara 0,09 stig framman fyri liðið hjá Allan.

 

Liðini hjá Allan Dal-Christiansen, sum telur Pól Egholm, Magna Jøkladal, Eyðun Anthoniussen, Robert Langgaard og Mortan Sólheim Thomsen, og liðið hjá Símuni Lassaberg, ið telur Róa á Rógvi Joensen, Árna M. Dam, Balle Mohr, hava ligið í oddinum alla kappingina, tó hevur liðið hjá Símuni ligið fremst.

 

Men í seinasta dystinum í vann liðið hjá Allani seg fram á fyrsta pláss við einum stórum sigri á liðnum hjá Øssuri Winthereig, meðan liðið hjá Símuni eitt sindur óvæntað tapti fyri liðnum hjá Høgna Jacobsen.

 

Samstundis vann liðið hjá Boga Simonsen, sum telur Arne Mikkelsen, Jóannes Mouritsen og Per Kallsberg) seg fram um liðið hjá Símuni, so Bogi endaði á øðrum plássi.