Skála er greitt oddalið í 1. deild og tað er longu nakað síðani, at uppflytingin varð tryggjað. Í dag hevði oddaliðið í næstbestu deildini vitjan av aftasta liðnum, MB, sum fekk ein avsmurning.
Heili 12-1 til Skála endaði dysturin. Brian Jacobsen skeyt fýra av málunum, og hann hevur nú skotið 32 mál í 1. deild í ár. Tað er met. Hann hevur møguleika at økja um metið, tá ið Skála skal á vitjan hjá NSÍ næsta leygardag.
Annars er spenningurin ikki serliga stórur í 1. deild, tí tað er longu greitt, at Skála og B68 flyta upp, meðan MB og B36 flyta niður. Um AB flytur niður úr Effodeildini, so má næstbesta liðið hjá AB tó í triðbestu deildina, og skuldi tað hent, so yvirlivir B36.
Úrslit og málskjúttar í dag:
Skála – MB 12-1 (4-1)
1-0: Jákup Johansen, 14.
2-0: Edvin Jacobsen, 23.
3-0: Brian Jacobsen, 30.
4-0: Jákup Johansen, 31.
4-1: Eyðfinn Fjallsbak, 45.
5-1: Uni Jacobsen, 58.
6-1: Pætur D. Jacobsen, 66.
7-1: Brian Jacobsen, 69.
8-1: Uni Jacobsen, 76.
9-1: Uni Jacobsen, 78.
10-1: Ólavur Mikkelsen, 82.
11-1: Brian Jacobsen, 87.
12-1: Brian Jacobsen, 88.
Reytt kort: Eyðfinn Fjallsbak, MB (tvey gul)
B36 – NSÍ 2-3 (1-1)
Málskjúttar ávegis.
Víkingur – KÍ 2-2 (0-1)
0-1: Jógvan Isaksen, 37.
0-2: Petur Andreasen, 57.
1-2: Hans Jákup Lervig, 73.
2-2: Fannhard Skoradal, 95.
Reyð kort: Bárður Hansen, KÍ. Petur Andreasen, KÍ (tvey gul)
B68 – AB 3-1 (1-1)
0-1: Bjarki C. Nielsen, 30.
1-1: Jann Ingi Petersen, 32.
2-1: Niklas F. Joensen, 65.
3-1: Martin Olsen, 87.
07 Vestur – B71 4-1 (2-0)
Málskjúttar ávegis.