Brian rakti høvdið á seymin

Maðurin við teimum 40 miljónum seldu fløgunum var sera væl fyri Tað einasti nakar hevði hug at finnast at í samband við tað minniligu framførsluna hjá fyrrverandi guitaristinum í rockbólkinum, Korn, Brian ?Head? Welch var, at ljóðið var alt í verðini ov veikt í byrjanini av konsertini.

 

Tað bleiv tó bøtt um hetta, aftaná nakrar sangir, og tá kom ljóðrúmdin hjá Head veruliga til sín rætt. Hetta merktist eisini á tí stóru áskoðarafjøldini, sum livnaði upp saman við tí øktu ljóðrúminum.

 

Head legði dent á at koma við sínum boðskapi gjøgnum sangirnar hann sang, og hann steðgaði lítið á, fyri at tosa ímillum sangirnar.

 

Head kom serliga væl frá sanginum ?Die religion die!?. Ta løtuna var áskoðarafjøldin mest við, og stemningurin náddi nýggjar hæddir.

 

Tónleikarnir hjá Head vóru allir framúr, og tá serliga trummusláarin. Tann eini gittarleikarin var sera litríkur, bæði við framførslu sínari, og ikki minst serligu andlitsmálingini.

 

Ein maður sum hevur selt 40 miljónir fløgur er ikki hvønndagsgestur á Fjarðafestivalinum, so tað má sigast at verða eitt ?scoop? at fyrireikarnir megnaðu at fáa eitt so stórt navn til Fjarðafestivalin, og gevur hetta eina vón um, at tónleikarar, ið hava sama kalibur sum Head fara at koma til fjarðafestivalarnar tey komandi árini.