Brian Laudrup í starvi aftur sum fótbóltsserfrøðingur

Fýra mánaðir aftaná uppsøgnina vendir danska fótbóltslegendan aftur til skíggjan sum serfrøðingur

Í mong ár var danska fótbóltslegendan, Brian Laudrup serfrøðingur hjá TV2 og Viasat í samband við dystir í Premier League, Champions League, donsku superliguni og dystir hjá danska landsliðnum.

 

Men í september í fjør var Brian Laudrup uppsagdur, tí hann hevði verið við í einari lýsing í samband við HM-endaspælið í Katar.

 

Hetta metti TV2 ikki var ikki í samtráð við virðini og hugsjónarliga grundarlagið hjá sjónvarpsstøðini.

 

Men serfrøðingar sum hava so nógva vitjan og royndir sum Brian Laudrup hanga ikki á trøunum. Og nú skal Brian Laudrup vera serfrøðingur hjá Viaplay.

 

Brian Laudrup skal vera serfrøðingur í samband við dystir í Champions League, Premier League og í donsku superliguni.