Almannaverkið hevur sett Brian Kjær Kruse sum leiðara í eind 7, sum tey rópa tað.
Seinastu 10 árini hevur hann starvast sum námsfrøðingur á Verkhúsinum Virkni og hevur tí drúgvar royndir innan málbólkin í eind 7.
- Harumframt hevur hann mentorútbúgving í "gentle teaching", sum arbeitt verður eftir á Sambýlinum á Eirargarði.
Í Almannaverkinum vita tey at siga, at Brian Kjær Kruse er byrjaður sum leiðari á Sambýlinum 16A miðskeiðis í august.
- Í næstum fer hann at fyrireika eitt nýtt dagtilboð til ung sum hava fjølbrek. Hetta tilboð fer av bakkastokki um ársskifti, verður lagt aftrat.