Brian Andresen aftur til Danmarkar

Danska heimasíðan bold.dk skrivar í dag, at Glostrup hevur fingið avtalu í lag við danska B68-framherjan, Brian Andresen.

- Vit fáa hann heim til teir seinastu fýra dystirnir. Bæði tí hann kemur herfrá, og tí at vit mangla nakrar royndir. Umframt tað skorar hann nógv mál, sigur Thomas Maale, venjari hjá Glostrup, við bold.dk.

 

Av tí at Brian Andresen hevur leikt í B68 sum amatørur, hevur Glostrup rætt til at fáa hann heim umgangandi. Hann spælir tó við B68 ímóti ÍF sunndagin, áðrenn hann leggur leiðina til heimlandið.

 

34 ára gamli Brian Andresen hevur skorað fýra mál fyri B68. Øll málini gjørdu hann til sigursharra, við tað at hann skoraði tvey mál í 3-1 sigri ímóti ÍF, skoraði til 2-1 í sigri á HB og til 1-0 í sigri á Víkingi.