Breyt upp úr nýggjum

Thor

 

Í grundgevingunum fyri at veita reiðarínum Thor í Hósvík heiðurin sum Ársins Virki, vísti dómsnevndin á, at fiskivinnan er okkara høvuðsvinna. Hon er beinið hjá okkum at standa á. Men livandi tilfeingið, sum fiskivinnan hvílir á, er skiftandi og við hvørt svikaligt. Vit hava gjørt ymiskar royndir at fáa onnur bein at standa á, eitt nú við farmaskipavinnu og alivinnu.

- Vónir eru um annað tilfeingi undir Føroyum enn fisk, og fólk eru spent um úrslit av royndarboringum. Skal ein møgulig komandi oljuvinna fáa vinnuligan týdning fyri land og fólk, er ein fyritreyt, at vit vinnuliga búgva okkum til at taka aktivan kappingarføran lut í vinnuni.

Dómsnevndin fegnast um, at fleiri føroyskar fyritøkur og samtøk eru virkin á oljumótum í Evropa og víðari úti í heimi.

- Tað hevur gingist teimum so mikið væl í kappingini, at tey á jøvnum føti við dugandi útlendskar kappingarneytar kunnu bjóða seg fram í tí oljuvinnu, sum stundar til her heima.

Dómsnevdin var tí samd um at velja eitt av hesum virkjum, sum við seiggi, støðugari góðskumenning og virkni mótvegis keyparunum hevur ment seg á altjóða marknaðinum fyri tær tænastur, sum tað hevur lagt seg eftir at veita.

- Thor hevur støðugt hevur brotið upp úr nýggjum. Felagið hevur lagt seg eftir ótraditionellum fiskasløgum og fiskileiðum við góðum úrsliti, og hevur um somu tíð við hegni fjøltáttað sítt virksemi til eisini at fevna um tænastur innan oljuleiting, har tað veitir hjálparskipatænastur til frálandavinnuna í 50 londum kring allan knøttin.

Dómsnevndin vísir á, at menningin er farin fram, meðan oljuprísurin var lágur, og oljufeløgini aftraðu seg við at leita eftir olju á óvissum oljumótum. Menning er eisini farin fram, meðan dollarvirðið hevur verið óvanliga lágt.

- Hesar umstøður hava ikki hildið Thor aftur í at leggja sær eina við at lúka øll krøv til góðsku, umhvørvi og trygd, sum nútímans vinna krevur. Hetta hevur givið útslit, og í dag ræður virkið yvir 22 skipum, av hesum 15 innan oljuvinnu. Nærum 450 fólk starvast hjá fyritøkuni. Felagið hevur eisini gjørt sáttmála um at smíða supportskip í Føroyum, sigur Dómsnevndin.