Breyt trý rivjabein og fekk hol á annað lunga

Tá ið rækjutrolarin, Sólborg, herfyri sigldi á ísfjall í Ný Foundlandi, var í fyrstani hildið, at eingin av manningini fekk mein, men seinni vísti tað seg, at kokkurin breyt trý rivjabein og fekk hol á annað lunga

Sigldi á ísfjall

Herfyri sigldi rækjutrolarin, Sólborg, á eitt ísfjall, tá ið teir vóru á veg inn til Bay Roberts í Ný Foundlandi at landa. Tjúkt var í toku, og áðrenn nakar varnaðist, rendu teir seg beint í eitt stórt ísfjall. Skipið fekk eina stóra buglu í gronina, og fleiri tons av ísi komu inn á dekkið. Sólborg sigldi tó til lands við egnari hjálp.

Hol á lunga

Í fyrstani varð hildið, at eingin av manningini fekk nakran skaða, tá ið hendingin fór fram, men seinni hevur tað víst seg, at kokkurin breyt trý rivjabein og fekk hol á annað lunga.
Eiler Jacobsen sigur, at kokkurin, sum var Tummas Juul Askham, stóð júst og gjørdi bollar til manningina, tá ið skipið stoytti. Kokkurin stóð við rygginum móti miksaranum og datt afturyvir ? og á miksaran.
- Tummas Juul Askham fór til lækna í Ný Foundlandi, men har søgdu teir, at maðurin ongan skaða hevði fingið. Tá ið hann seinni kom til Danmarkar, hevði hann tað einki serligt, og dóttirin fór beinanvegin á skaðastovu við honum. Har varð staðfest, at maðurin hevði brotið trý rivjabein og hevði fingið hol á annað lunga.
Eiler sigur, at tíbetur fekk eingin annar av manningini skaða undir hendingini.

Farin útaftur

Skaðin, sum Sólborg fekk í Ný Foundlandi, er bert fyribils umvældur.
Eiler sigur, at Sólborg ætlandi fór útaftur mikukvøldið.
- Eitt vatntætt skott er sveisað omaná skaðan, soleiðis at manningin trygg kann fara útaftur við skipinum.
Eiler væntar, at hesin túrurin fer at vara einar tveir mánaðir, um alt gongur sum ætlað.
- Ætlanin er síðan, at skipið kemur heim til Føroya, tá ið hesin túrurin er av, og tá verður skaðin umvældur, sigur Eiler Jacobsen.
Nú Sólborg fór avstað aftur, komu 13 mans heim, og 11 mans fóru yvir at loysa av.
Sólborg fer aftur at royna á Ný Foundlands-leiðini.