Breyt tríggjar tenn

Ein 17 ára gamal drongur varð í nátt so illa sligin á gongugøtuni í Havn, at tríggjar tenn brotnaðu

Drongurin varð beinanvegin fluttur á Landssjúkrahúsið.

Politiið sigur seg vita, hvør slerdi, og viðkomandi kann vænta sær vitjan av politinum.

Brúkti seg

Um sama mundi fór eitt ungt par at skeldast á gongugøtuni, og tá ið politistar fóru at tosa við tey, fór tann ungi maðurin at brúka seg móti politinum.

Politiið tók tann unga mannin við á støðina, skuldsetti hann fyri brot á politiviðtøkurnar, og slapp hann at sova í arrestini til út á fyrrapartin.