Tá AB spældi HB sunnudagin, noyddist Jónas Stenberg av vøllinum longu um miðjan fyrra hálvleik. Eftir dystin varð staðfest, at AB-spælarin hevði brotið óstbeinið, og í gjár varð hann lagdur undir skurð. Jónas verður tí ikki partur av liðnum hjá AB tær komandi vikurnar.










