Breyt seg inn á ein ungan drong at sláa

Løgreglan hevur tikið ein ungan drong í varðhald

Tíðliga í morgun varð ringt til løgregluna í Havn at boða frá harðskapi. Talan er um ein ungan drong, sum hevði brotið seg inn til ein annan ungan drong, og hevði sligið hann.

 

Tann eini drongurin hevði steinað inn ígjøgnum ein rút og var farin inn til hin dreingin og sló hann mitt í andlitið.

 

Løgreglan sigur, at talan er um ein gamlan kenning, og hann varð handtikin eina løtu aftan á.

 

Men hann var ov drukkin til at verða avhoyrdur og tí veit løgreglan ikki enn, hví hann hevði gjørt seg inn á hin drongin. Tí varð hann settur í varðhald, til hann kann avhoyrast seinni í dag.

 

Hóast slagið varð hart og rakti mitt í andlitið, var onki brotið í andlitinum á tí, sum varð sligin.