Ein miðaldrandi maður í Havn breyt sunnunáttina inn til grannan. Orsøkin var, at hann helt tað vera síni egnu hús Sunnunáttina misti ein miðaldrandi maður úr Havn lykilin til húsini hjá sær burtur í býnum. Tá hann kom heim hugsaði hann sær helst at bróta inn til sín sjálvs, fyri síðani at leggja seg. Hetta kundi gingið so nøkulunda, um tað ikki var fyri tað, at maðurin breyt rútin í grannahúsunum.
Fólkini í húsunum ringdu til løgregluna, og endin var at maðurin fann útav, at hann var komin skeivt, og helst fer hann eisini at gjalda fyri rútin.
Maðurin var leiddur til hús, men verður helst ikki ákærdur fyri herverk, tí mann skal vita av, at mann ger seg inn á ognirnar hjá øðrum, um talan skal vera um herverk.










