Leygarmorgunin klokkan 05.40 fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í Rúsdrekkasølu Landsins í Saltangará. Tað var Ansni, sum boðaði frá innbrotinum, og stutt eftir fráboðanina varð ein maður miðskeiðis í 20-unum tikin í Runavíkarøkinum fyri innbrot og stuldur.
Vakthavandi sigur, at maðurin var tikin á løgreglustøðina í Havn, og tá hann var vorðin so frægur, varð hann avhoyrdur um tilburðin, ið snúði seg um innbrot og stuldur.
Maðurin er latin leysur aftur, men enn er løgreglan ikki liðug at kanna málið.
Løgreglan sigur seg ikki við vissu kunna siga, hvussu nógv ungi maðurin fekk útaftur úr Rúsuni við sær, men hann hevði eftir øllum at døma forsýnað seg, nú hann kortini - um enn óboðin - var komin innar.