Ein maður varð fluttur á Landssjúkrahúsið eftir eitt arbeiðsóhapp í Suðuroy í gjár. Teir vóru í ferð við at leggja nýtt tak á eini hús, tá ið hann fór niðurígjøgnum.
Hann varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús og har varð staðfest, at beinið var brotið og tessvegna varð maðurin fluttur á Landsjúkrahúsið.
Løgreglan sigur, at av tí, at talan var um eitt arbeiðsóhapp, er Arbeiðseftirlitið fráboðað og tey gera so sínar kanningar í málinum at vita um øll trygdarviðurskifti vóru, sum tey eiga at vera.
|