Breyt beinið á fjalli


 

Hósmorgunin klokkan hálvgum tíggju fór bjargingartyrlan eftir einum manni, sum var komin til skaða, tá teir vóru á fjalli á Mjóvanesi í Eysturoynni. Tyrlan var skjót á flogi við tveimum bjargingarmonnum og legði inn á Havnina eftir lækna frá sjúkrahúsinum.

Tyrlan setti bjargingarmenn og lækna av í eini líð, og teir løgdu mannin á børu og fingu hann umborð aftur. Hann hevði brotið beinið.

Tyrlan lendi aftur á tyrlupallinum við Landssjúkrahúsið klokkan 10.03.