Brexitflokkurin vinnur stórsigur í Bretlandi

Brexitflokkurin stendur sambært uppteljingunum til at fáa oman fyri 30 prosent av atkvøðunum í Bretlandi. Labour og Konservatviur hava afturgongd.

Nýstovnaði bretski Brexitflokkurin undir leiðslu av fyrrverandi Ukip-leiðaranum, Nigel Farage, vinnur evropatingsvalið í Bretlandi. Tað vísir fosøgn hjá BBC.

Hinvegin standa Labour og tey Konservativu hjá Theresu may til stóra afturgongd.

Við 16,5 prosentum av atkvøðunum stendur Labour til eina afturgongd upp á 13,1 prosentstig. Tey Konservativu standa sambært fyribils uppteljingum til at fáa 7,6 prosent av atkvøðunum. Tað er ein afturgongd upp á 12,5 prosentistig.

– Teir upplýsingar, sum eg havi fingið, er at Brexitflokkurin klárar seg rímuliga væl. Tað sær út til at, at tað verður stórsigur til Brexitflokkin, sigur Nigel Farage við tíðindafólk sambært Reuters.

Liberaldemokratarnir verða sambært fyribils uppteljingunum hjá BBC næststørstur við 19,5 prosentum. Tað er ein framgongd upp á 12,5 prosent.

Liberaldemokratarnir hava mælt til, at nýggj fólkaatkvøðu verður um bretska limaskapin í ES.

Bæði Labour og Konservativu fingu somuleiðis ein svíðandi lúsing frá veljarunum á lokalvalum í Onglandi fyrr í mánaðinum. Konservativu mist ein fjórðing av teimum plássum, sum flokkurin hevði í kommunustýrum kring landið.

Nigel Farage var í 2016 ein av størstu profilunum á brexitveinginum. Hann hevur stjórna Brexitflokkinum síðani januar og segði í síðsta mánaðin, at leiðandi politikararnir í Onglandi hava svikið fólkið.

Tað var ikki ætlanin, at bretar skuldu luttaka í evropatingsvalinum.

Sambært upprunaligu ætlanini skuldu tey fara úr ES 29. mars. Tann dagurin er útsettur tvær ferðir nú, og harið hava bretar verið noyddir at taka lut í valinum til evropatingið.

Nigel Farege ynskir ein pappírsleysan skilna frá ES – altso ein »no deal« brexit.

Í klummuni hann skrivar í Daily Telegraph hvørja viku sigur fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, úr Konservativa flokkinum í dag, at eingin skilagóð fólk stevna ímóti einum »no deal« brexit.

– Um vit eru djørv og optimistisk, kunnu vit gera eina góða avtalu við vinir okkara hinu megin kanalina og koma úr ES í góðari tíð fyri 31. oktober – og gera soleiðs, sum fólkið ynskti, skrivar hann í Daily Telegraph sambært Reuters.

Boris Johnson er sambært veddingarfyritøkum favorittur at taka yvir forsætisráðharrasessin eftir Theresu may, sum fríggjadagin boðaði frá, at hon fer at leggja frá sær í næsta mánaði.

 

/ritzau/