Brexit samráðingarnar millum ES og Bretland halda fram. Tað eru tvey ár inntil Bretland skal verða úti og samráðingarnar um treytirnar fyri at fara, eru nú av álvara byrjaðar.
Tað skrivar BBC í dag.
Tað hevur ikki bara gingið væl higartil. ES hevur ikki latið væl at treytunum, sum Bretland bjóðar teimum gott trimum milliónum av ES borgarum, sum búgva í Bretlandi. Hinvegin hava bretskir myndugleikar sagt, at tað mest umráðandi, er at fáa handilsavtalur uppá pláss. Tað hevur ES sýtt fyri, tí teir vilja hava rættindini hjá sínum borgarum loyst fyrst eins og tey eisini vilja loysa avbjóðingina við markinum millum Írland og Norður Irland, sum nú kemur í gildið aftur, tí Norður Írland er úr ES saman við restini av Bretlandi.
David Davis, samráðingarleiðari fyri Bretland, sigur, at hann væntar nú, at verulig framstig skulu gerast.
Samráðingartoymið hjá ES hevur fyrr sagt, at tað fara at verða tvey trupul ár. Tað er ikki vist, at tvey ár er nóg mikið at fáa alt uppá pláss, men tað er ósannlíkt, at Bretland fær meira enn tvey ár, tí val til ES parliamentið verður áðrenn og tað er ikki undirtøka fyri, at bretar skulu sleppa at velja limir inn.










